Ein kanningarnevnd hjá amerikonsku Kongressini er komin til ta niðurstøðu, at bretski stórbankin HSBC hevur havt so vánaligt eftirlit við sínum virksemi, at tey, sum hvítvaska ólógligar pengar, hava havt rúmar ræsur í bankanum.
Millum annað sigur nevndin, at ovurstórar upphæddir frá rúsevnahandli í Meksiko eru farnar ígjøgnum bretska bankan, og hon nevnir eisini illgrunasamar flytingar úr Sýrialandi, Caymanoyggjunum, Iran og Saudiarabia, sum eru farnar ígjøgnum HSBC.
Eygleiðarar siga við BBC, at tann amerikanska frágreiðingin kemur bretska bankakervinum illa við, tí hon fer helst at gera, at politikararnir fara at krevja, at virksemið hjá bankunum verður endavent.
Talsmenn fyri HSBC siga, at teir eru í ferð við at orða eitt svar til ta amerikonsku frágreiðingina.