Líkt er ikki til, at tað fer at broyta nógv til komandi grønlendska valið, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur boðað frá, at hann vil gera grønlendingar ríkar.
Tað heldur Ulrik Pram Gad, leiðandi granskari á danska stovninum fyri altjóða granskingarstovnin (Diis).
- Eg eri rættiliga vísur í, at nógv teir flestu grønlendsku veljararnir longu hava tikið áhugan hjá Trump til eftirtektar og tikið støðu til hann. So at endurtaka, at hann vil gera tey rík, ger næstan ongan mun, sigur hann.
Hann leggur afturat, at "tað avgerandi er, um tað verður fatað sum ein møguleiki ella ein hóttan."
- Inntrykkið er, at amerikanska herferðin hevur havt øvugta ávirkan enn ætlað, sigur hann.
Í nátt okkara tíð skrivaði Trump á síni sosialu miðlasíðu Truth Social, at USA er til reiðar at seta milliardir í Grønland og gera grønlendska fólkið ríkt.
Donald Trump, sum fyrstu ferð vísti á ynski um at keypa Grønland í 2019, endurtók sínar tankar um at fáa stóru oynna á amerikanskar hendur aftur í desember í fjør. Síðani hevur hann fleiri ferðir nevnt ynskið.
Hetta skuldi gerast fyri at fáa meira tamarhald á trygdarstøðuni í Arktis, har serliga Russland brynjar seg.
Trump skerpti seinni tónan og vildi ikki útihýsa, at USA kundi brúka hernaðarmegi til at fáa tamarhald á Grønlandi, tá hann beinleiðis varð spurdur.
Men retorikkurin hjá Trump er broyttur, viðmerkir Ulrik Pram Gad.
- Hann hevur enntá tónað tað eitt sindur niður í tann mun, at hann nýliga er farin at siga, at tað sjálvandi eru grønlendingar sjálvir, sum skulu avgera, sigur granskarin.
Men tað er helst eitt sindur ov seint hjá Trump. Í fyrstu atløgu vóru útsagnirnar hjá Trump fataðar í Grønlandi sum bæði ein hóttan og ein áhugaverdur møguleiki, heldur Ulrik Pram Gad.
Retorikkurin um at brúka Trump til at trýsta Danmark er vorðin minni útbreiddur seinastu tíðina, sigur hann.
Hann vísir millum annað á, at grønlendski flokkurin Naleraq - sum fyri mong er vorðin samheiti fyri sjálvstýri - millum annað hevur skrúvað niður fyri retorikkinum í mun til USA.
- Mín fatan er, at tey ikki hava ta slagkraft, sum tey høvdu vónað, tá tey tosaðu við veljarar um tað, sigur hann.
Harumframt vísir hann eisini á eina samrøðu mánamorgunin við Múte B. Egede, landsstýrisformann, sum við DR segði, at Trump ikki hevur viðgjørt grønlendingar við virðing.
- Hetta staðfestir mín varhuga av, at tað ikki er nakað slag av fólksligum atfinningum í Grønlandi um, at "nú segði Trump okkurt attraktivt", sigur Ulrik Pram Gad.
Áheitanin hjá forsetanum er fleiri ferðir víst aftur av bæði landsstýrisformanninum í Grønlandi, Múte B. Egede, og Mette Frederiksen (S) forsætisráðfrú í Danmark.
Síðst í januar avsannaði Mette Frederiksen, at Grønland og Danmark vóru í vanda fyri amerikanskari innrás eftir útsagnirnar hjá Trump.
/Ritzau/