Peningur fer ólógliga av landinum - eingin loysn funnin enn

Nú skal landsstýriskvinnan greiða frá, hvat hon fer at gera við tað

Tað er eitt stórt tal á føroyingum, sum hava Netflix, Viaplay, Spotify, ella onkra aðra útlendska stroymingartænastu.

 

Tá ið vit gjalda fyri tað, rinda vit eisini mvg av tí. Men Uni Holm, Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at sum støðan er nú, fer mvg upphæddin av landinum og endar antin í danska statskassanum, ella beinleiðis hjá útlendsku stroymingartænastunum.

 

Tað er ólógligt, tí tað skal í Landskassan. Hetta er eitt eitt mál, sum hevur verið frammi av og á hesi seinastu árini. Men nú reisir Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurningin enn eina ferð og í hesum sambamdi vil hann hava Ruth Vang, at greiða frá, hvat hon ætlar at gera við málið.

 

Hann vil eisini hava at vita um landsstýriskvinnan fer at biðja føroysku peningastovnarnar útvega upplýsingar um, hvussu nógvar pengar føroyingar brúka upp á at halda útlendskar stroymingartænastur, spøl og forrit.

 

Uni Holm Johannesen sigur,  at tað sigst at ein orsøk til at einki verður gjørt við tað, er, at upphæddin er so lítil, at tað loysir seg ikki at fara í holt við tað.

 

Men hann vísir til eina kanning hjá Javnaðarflokkinum, sum vísir, at talan er í minsta lagi um 13 milliónir, sum soleiðis fara ólógliga av landinum. Tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at mvg av útlendskum stroymingartænastum skulu í landskassan og harafturat stendur eisini, at tær skulu markast til mentan og list.

 

Annars er tað knappliga eitt ár síðani, at partakvinna hansara, Ingilín Didriksen Strøm, sum tá var løgtingksvinna, legði uppskot fyri Løgtingið um hetta sama.

 

Tá varð tað ikki samtykt, men í tí sambandi upplýsti Taks fyri Løgtinginum, at í roynd og veru rinda tvær av teimum stóru stroymingartænastunum, sum eru í Føroyum, mvg í landskassan, og at inntøkan av tí er umleið átta milliónir um árið.

 

Taks segði eisini, at fyri at fáa alt mvg í landskassan, er neyðugt at gera avtalur við hvønn einstakan veitara.

 

Men hetta fer at krevja nógva arbeiðsorku, tí talan er um nógvar ymiskar veitarar, sum eru sera ymiskir í stødd. Sostatt er hetta ikki eitt mál, Taks arbeiðir við í løtuni.

 

Men meirilutin í Løgtinginum helt kortini, at sjálvandi skulu vit fáa alt tað meirvirðisgjaldið í landskassan, sum vit hava rætt til.

 

Tey staðfestu eisini, at tað er uppgávan hjá Taks at syrgja fyri tí. Og tí halda tey eisini, at Taks eigur at brúka orku til at fáa avtalur í lag við hvønn einstakan veitara um hesi viðurskifti.