Hóast fallið á partabrøvum hevur kostað felagnum nógv higartil, staðfestir Tummas Eliasen, at peningurin í Føroya Lívstrygging er tryggur, sjálvt um peningurin har ikki er umfataður av stóru bjargingarætlanini hjá danska statinum.
- Íløgurnar í lánsbrøv, sum eru umleið 1,6 milliard krónur, eru heilt tryggar. Lánsbrøvini eru trygg á tann hátt, at lánsbrøvini eru næstan tað sama sum umfataði av statsgaranti, sigur Tummas Eliasen, stjóri í Føroya Lívstrygging.
Íløgurnar í lánsbrøv og innskot í fíggjarstovnar eru tríggir fjórðingar av samlaðu íløgunum, meðan íløgurnar í partabrøv eru ein fjórðingur av íløgunum hjá felagnum, og tí eru størstiparturin av íløgunum heilt tryggur.
Afturat hesum eru allar tryggingar, sum vórðu teknaðar fram til ár 2000, teknaðar við landskassaveðhaldi. Hesar tryggingar eru millum 70 og 80 prosent av teimum tryggingum, sum eru teknaðar í Føroya Lívstrygging, og tí er peningurin í Føroya Lívstrygging tryggur.
- Fólk fáa tann pening útgoldnan, sum tey hava rætt til, og har er eingin vandi á ferð, staðfestir Tummas Eliasen, stjóri í Føroya Lívstrygging.