Pensiónistarnir mist inntøkuna

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag pensiónista, heldur lítið um, at koronuískoytisskipanin hjá ALS ikki longur umfatar pensiónistar, ið framvegis eru á arbeiðsmarknaðinum.

Hóast skipanin herfyri varð longd frá 30. juni til 31. august, so var hon ikki longd fyri pensiónistar, sum sostatt fóru úr skipanini í dag.

– Hetta merkir, at hesir pensiónistarnir hava onga inntøku. Teir hava ikki ta inntøkuna, sum teir høvdu áðrenn koronu. Pensiónin er ikki nakað at rópa hurrá fyri. Tá tú bara hevur pensión og samhaldsfasta, so hevur tú umleið 8.000 krónur um mánaðin, har tú eisini skalt gjalda skatt av samhaldsfasta. Tá er ikki nógv eftir, tá tú eisini skalt gjalda olju til at hita húsini upp við, sigur Beate L. Samuelsen.

Beate L. Samuelsen heldur eisini lítið um, at samgongupolitikkararnir dyrgdu eftir pensiónistatkvøðunum undir valinum, tí nú eru lyftini gloymd, heldur hon.

Les samrøðuna við Beate L. Samuelsen í Sosialinum, ið er at finna á netinum her.