Tá ið ein so hoyrir, hvussu illa okkara pensionistar verða viðfarnir av Helenu Dam á Neystabø, skilir ein væl, at teir royna at gera vart við seg av øllum alvi.
Kundi gott tonkt mær at vitað, hvussu Helena Dam á Neystabø hevði reagerað, um hon beint áðrenn jól hevði fingið at vita, at hon onga løn fekk fyrr enn millum jól og nýttár, og um hon var líka við at doyggja av svongd, so kundi hon fara á almannastovuna dagin eftir og fáa eitt oyra, væl vitandi, at almannastovan var stongd tann dagin. Men hvat ger tað, um okkara pensionistar ganga svangir eini jól ? tað hevur Helena Dam á Neystabø ongantíð roynt.
Og hvat roynir Helena Dam á Neystabø so at forsvara seg við ? jú eitt mistak ? ein kundi spurt seg sjálvan, nær Helena Dam á Neystabø fer at gera okkurt annað enn mistøk? Hevur hetta lítla landið ráð at hava fólk at ráða yvir okkum, sum bert gera mistøk.
Hvat er so hetta mistakið? ? jú eitt ár 2000 problem, sum als ikki er til ? so lætt er tað, at billa okkum okkurt inn.
Hví lat Helena Dam á Neystabø ikki pensiónirnar útgjalda eftir teimum gomlu reglunum inntil tær nýggju vóru klárar og gjaldast kundi út eftir teimum uttan alt hatta humbukkið.
Í fimmarinum onsdagin, - sum eg haldi var undir lágmál, tí eingin slap fram at at spyrja, tí tvey, sum starvast innan almannaverkið tóku alla tíðina ? var hetta bestilt - tosaði Helena Dam á Neystabø um, at pensionistarnir skuldi fáa regulera skattin, so teir ikki skuldi gjalda so nógv í skatt, og um løgtingið helt, at tað var í lagi, so var alt gott, men tað er tað bar slett ikki!!
Eg sá tvær uppgerðir hjá einum avlamispensionisti - eitt eftir gomlu skipani og eitt eftir níggju skipani ? um ein leggur grundupphæddina og avlamisviðbótina saman og samanber, so er pensiónin farin niður við ca. 300 kr eftir nýggju skipani, og tað hevur als einki við skatt at gera, hvar er so logikkurin ? Helena Dam á Neystabø hevur jú jukað um, at pensionistarnir skulu fáa meira, og tá ið so samanumkemur fáa tey nógv minni. Tað var einaferð ein danskur sangari sum sang? der er noget galt i Danmark__? hetta kann ein vist róliga umseta til Føroyar.
Eisini hoyrdi eg í fimmaranum Helenu Dam á Neystabø brúka orðið mistak fleiri ferðir og ?eg veit ikki, eg skal kanna málið?, ?hetta er so innviklað?, trupult hjá mær at finna út av osv. Sjálvandi spyrja okkara pensionistar seg sjálvan, hvussu í allari víðu verð skulu vit finna út av skipanini, tá ið Helena Dam á Neystabø ikki klárar tað sjalv.
Í fjørð legði anstøðan fram uppskot í Løgtinginum um at hækka alla pensión við ca. 1300 kr/mánað. Hetta stemmaði Helena Dam á Neystabø og hennara samstarvsfelagar niður, tí sagt varð tá, at teir høvdu eitt nógv betur uppskot ? ja gomorun, tað síggja vit nú!!!
Helena Dam á Neystabø dámar so væl at greiða fólki frá, at vit hava ikki ráð til at gjalda pensiónir, jú tað hava vit ráð til, tað er bert ein spurningur um prioritering, hví skulu pensionistarnir altíð koma upp í part niðast á breddanum á fíggjarlógini í staðin fyri ovast. Hví skulu teir altíð bíða eftir at hoyra frá tykkum, um tað nú var nakað oyra eftir til teirra, og um tað ikki varð, so skarva tit av pensiónunum, men aldrin av tykkara egnu løn.
Tað undrar meg, at man einki hoyrir frá løgmanni, nú Helena Dam á Neystabø í bløðunum verður skuldsett fyri at blaka um seg við lygnum og faktisk sjálv í útvarpinum dagin eftir sigur, at tað kann gott vera, at hon hevur logið.
Kann løgmaður bara lata sum einki, tá ið ein av hansara monnum verður skuldsettur fyri at lúgva?
Heri Mortensen
Býráðslimur
Tvøroyri