Pensjónin má hækka uttan danska hjálp!

Tað átti at sagt okkara kosnu kvinnum og monnum nógv, at pensjónirnar ikki eru hækkaðar síðani 1993.Tað átti eisini at sagt okkara kosnu kvinnum og monnum í fullveldislandsstýrinum nógv, at pensjónirnar ikki eru hækkaðar síðani 1993 - tí at tá var var danska prístalsviðgerðin av hesum veitingum tikin av.

 

Tað gevur eisini ábendingar um hugburðin hjá sitandi landsstýrið, at tað arbeiðið, sum fór í gongd í 1989 fyri at fáa pensónirnar í rættlag - enn ikki er avgreitt, og at landsstýrið eftir øllum sólarteknum ikki hevur ætlanir um, at hækkingarnar skulu koma í gildi í komandi fíggjarári

At partur av samgonguni ikki hevur ætlanir um at bøta um verandi pensjónsskipan, tað er greitt. Fólkaflokkurin hevur jú í hyggju at »privatisera« pensjónirnar, soleiðis at hvør Hanus og Janus sjálvur ger av, hvussu fíggjarligu ráðini skulu vera á gamalsaldri.


So pent, so pent. Men samstundis so veruleikafjart.


Tað var mikið stríð at fáa fólkapensjónina ígjøgnum í 1959 - og ágangurin var harður á teir, sum strongdu á, og sum megnaðu at halda vallyftið um fólkapensjónina.


Síðani tá hava flestu flokkar tikið fólkapensjónina til sín - og sagt seg stuðla solidariska tankanum um fólkapensjón.


Men seinnu árini hava víst, at fólkapensjónin er afturúrsigld - og at hon ikki er nóg sterk at tryggja fólki sømulig kor á ellisárum. Tí varð lógin um Samhaldsfasta samtykt - og farið varð at gjalda út í fjør.


Eingin ivi skal vera um, at tann samhaldsfasta - tann solidariska - leiðin er tann skilabesta at ganga, tí hon gagnar teimum flestu - og júst tað eigur at verða endamálið við sosialum skipanum.


Okkara ráð til politikararnar eru púra greið. Fáið í fyrsta lag skil á pensjónirnar. Tað verður ringt at sannføra fólk um fullveldið, um tit ikki ein gang megna varðveita pensjónirnar á sømiligum støði uttan danska hjálp.


Annars eigur Samhaldsfasti arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin at verða styrktur, tí í framtíðini verður hann álitið?