Pensjónin nógv hægri enn lønin

Tá tosað verður um, at lands­stýr­is­løn­ir­nar ikki standa mát við stjór­a­løn­­ir ann­ars, so er tað bara ein part­ur av sannleikanum.
Skattafríu koyr­i­peng­ar­nir er ein kam­u­fler­að løn­ar­hækk­ing, men nógv tann lukra­tiv­asti part­ur­in av lands­stýr­is­løn­ini er pen­sjónin.

Ein stjóri í privata vinn­u­lívinum fær kanska 15 pro­sent av lønini í pen­sjón. Onkur eitt sind­ur meira. Men ert tú lands­stýr­is­mað­ur, so fært oman fyri 150 pro­sent í pen­sjón.
Ein landsstýrismaður tjen­ar sær fulla pensjón upp á átta ár.
Ein vanliga eftirløntur per­sónur skal gjalda í minsta lagi 75.000 krón­ur um mánaðin í pen­sjón­s­inn­gjaldi, um hann skal fáa til­svar­andi pensjón eftir átta ár­um. Og skal hann pen­sjón­er­ast, tá hann er 60, so skal hann gjalda 50 prosent meira inn í skipanina um mán­aðin.