Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarni Djurholm, hevur skotið upp at broyta lógina um ALS og arbeiðsávísingina, so ávísir bólkar sleppa undan at gjalda pengar í arbeiðsloysisskipanina.
Talan er um tey, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, tey sum eru yvir 60 ár og fáa miðal fyritíðarpensjón og so tey, sum fáa tænastumannaeftirløn. Tey, sum fáa uppihalds- og barnapengar skulu heldur ikki gjalda í skipanina av hesum pengunum.
Sum lógin verður umsitin í dag, so gjalda hesi fólkini ikki til skipanina, men kærunevndin hjá ALS hevur tikið avgerð um, at gjald eigur at verða kravt av hesum inntøkunum. ALS heldur tað kortini ikki vera rætt, at hesi, sum fáa pensjón og aðrar inntøkur, skulu gjalda í skipanina, tí tey eru ikki á arbeiðsmarknaðinum og hava sostatt heldur ikki møguleika at fáa ágóða av arbeiðsloysisskipanini. Tað er ímóti prinsippinum í arbeiðsloysisskipanini, at fólk gjalda í skipanina, sum ikki hava rætt til útgjald úr skipanini. Lógarbroytingin skal tryggja, at so verður í framtíðini.
Lógarbroytingin fer at kosta ALS umleið 750.000 krónur í mistum inntøkum. Pensjónistar og onnur varðveita umleið 375.000 krónur, sum tey annars skuldu havt goldið í skipanina, vinnan sparir umleið 275.000 krónur, og landið og kommunur umleið 100.000 krónur tilsamans, um broytingin verður samtykt.
Og at meta eftir 1. viðgerð av uppskotinum, so er líkt til, at stórur meiriluti er í løgtinignum fyri at broyta lógina.