Pensjónistar fáa yvir 1.000 krónur meiri at liva av - um mánaðin

Grundarupphæddin hækkar og skatturin lækkar

Hesi bæði næstu árini skulu pensjónistar fáa tilsamans góðar 1.000 krónur meiri at liva av um mánaðin.

Tað er eindamálið við nøkrum uppskotum, landsstýrið fer at leggja fyri Løgtingið í dag, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum í eini fráboðan nú á miðdegi.

Her er talan um pensjónistar, sum onga inntøku hava afturat pensjónina, og hækkingin verður sett í verk í tveimum, nevniliga næsta ár og í 2021. Tað er eisini ymiskt, hvønn ágóða, ymisk sløg av pensjónistum fáa av uppskotinum, tað veldst um viðurskiftini hjá hvørjum einstøkum.

Hetta verður gjørt við at geva pensjónistum ein skattalætta upp á 500 krónur um mánaðin. Men samstundis skal grundarupphæddin í fólkapensjónini eisini hækka 580 krónur um mánaðin.

Hetta er sama upphødd, grundaruphæddin varð lækkað við undir seinastu samgongu, tá ið gjaldið til Kringvarpið lækkaði, og útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkaði.

Hetta merkir, at í 2021 fær ein stakur pensjónistur, sum onga aðra inntøku hevur, umleið 12.460 kr. útgoldið um mánaðin.

Samgongan ætlar eisini, at tað skal loysa seg betur hjá fólkapensjónistum at hava inntøku umframt pensjónina.

Hetta verður gjørt við at lækka mótrokningina niður í 20 prosent fyri allar fólkapensjónistar, og tað kemur í gildi á nýggjárinum.

Tað hevur annars verið funnist at tí, tað loysir seg ikki hjá pensjónistum at arbeiða, tí teir missa so nógv av pensjónini, men hetta bøtir um tann trupulleikan.