Pensjónistar vilja ikki vera fyri mismuni

Pensjónistar stúra fyri orðingunum í lógaruppskotinum um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið ger júst tað øvuta av endamálinum.

Bæði Landsfelag Pensjónista og tær tríggjar, ið hava savnað inn undirskriftir at mótmæla lógaruppskotinum, heita á rættarnevndina um at broyta orðingar í lógini, áðrenn hon verður samtykt. 


Mismunur skal ikki gerast vegna aldur

— Við hesi lógini ber til at gera mismun vegna aldur, tá ið persónur hevur nátt pensjónsaldur. Tað skal ikki vera loyvt at siga fólk úr starvi vegna aldur, sigur Beata L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista.

Ingrid S. Henriksen, ið saman við Thordis Skaalum og Bozenu Rasmussen, tók stig til undirskriftainnsavnanina, handaðu rættarnevndini 126 mótmælisundirskriftir týsdagin.
— Við hesi lógargrein fær løgtingið heimild í lóg at fremja mismun og ójavna, tá ið umræður tey eldru á arbeiðsmarknaðinum, og tað ber ikki til, sigur Ingrid.

##med2##

Donsk broyting ikki tikin við

Í Danmark var 70 ára fráfaringaraldurin settur úr gildi, við lóg hin 1. januar 2016. Hetta var í donsku lógini um “forskelsbehandling”. Í tí lógini verður í § 1. stk 1, ásett, at øll, óansæð aldur, eru vard móti mismuni í sambandi við starvssetan og í sambandi við uppsøgn.

Samsvarandi áseting finst í § 3. stk. 1. í hesum lógaruppskoti nr. 153/2018, har tað verður ásett, ”at arbeiðsgevarar hava skyldu at javnviðgera allar løntakarar og umsøkjarar til leys størv og mugu ikki gera mismun á løntakarum til leys størv í sambandi við starvssetan, starvsligar broytingar, uppsøgn, viðvíkjandi lønarkorum og arbeiðskorum og setanarviðurskiftum annars”. 

Í § 3. stk 4, verður gjørt undantak frá høvuðsregluni í § 3. stk 1. Undantak, ið sigur: ”Hóast ásetingina í stk 1. forðar henda løgtingslóg ikki, at aldursmørk verða varðveitt”.
Ásetingin í § 3 stk 4, hevur sostatt við sær, at 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna, ið er ásettur í rundskrivi hjá Fíggjarmálaráðnum, kann standa við og varðveitast.
Og tað er hetta, sum ikki hóvar pensjónistum.

Mismunurin skal burtur

— Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avgerð, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki, sigur Beata L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista.

— Ásetingin í § 3. stk. 4, er greitt í stríð við endamálið við lógini, ið er at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur. – § 3. stk. 4 eigur tískil at verða strikað, sigur Ingrid.

— Tað skal ikki vera møguligt at gera mismun á pensjónistar vegna aldur. Tey, sum hava hug og orka, skulu hava møguleika at halda fram í arbeiði, sigur Beata L. Samuelsen.