Pensjónistur misbrúktur at smugla hassj

Ein avlamispenjónistur varð dømdur í Føroya Rætti í morgun, tí hann hevði latið seg misbrúka til at hjálpa til at smugla hassj Tað kann vera dýrt at lata seg misbrúka til at smugla hassj til Føroya.

Tað mátti ein avlamispensjónistur ásanna í Føroya Rætti í morgun.

Men av tí at talan var um heilt serligar umstøður, slapp hann so bíliga, sum hugsast kundi.

Pensjónisturin var komin í hóslag við ein rúsevnamisbrúkara, sum ætlaði at smugla hassj til Føroya. I hesum sambandi bílegði hann 80 gramm av hassji úr Danmark ígjøgnum postin í navninum avlamispensjónistinum.

Tað gjørdi hann uttan at siga nakað sum helst við pensjónistin.

Tá ið pakkin var komin, fekk smuglarin lokka avlamispensjónistin eftir pakkanum og í hesum sambandi fekk pensjónisturin eisini at vita, hvat var í.

Men løgreglan fekk frænir av tí og avdúkaði málið.

Pensjónisturin greiddi í Føroya Rætti frá, at hann ræddist smuglaran, tí hann hevði fyrr hótt hann. Sostatt tordi hann hvørki at melda ella at nokta at fara eftir pakkanum.

Í hesum sambandi varð upplýst í rættinum, at smuglarin hevði dóm fyri at hava hótt avlamispensjónistin við knívi.

Àkærin vísti á, at vanliga hevði pensjónisturin verðið dømdur at sitið í 20 dagar fyri at hava hjálpt til at smugla.

Men ákærin helt eisini, at talan var um so serligar umstøður, at revsingin átti at verðið treytað, so at maðurin sleppur undan at sita.

Hesum tók dómarin undir við og sostatt fekk maðurin eina royndartíð upp á tvey ár og ger hann onki ólógligt hesa tíðina, fellur revsingin burtur. Maðurin er ongantíð revsaður áður.