Tað verður ikki næsta ár, at pensjónsaldurin verður hækkaður.
Tað varð staðiliga gjørt greitt á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í gjár.
Men tað merkir ikki, at vit pensjónsaldurin ikki hækkar yvirhøvur.
Helgi Abrahamsen, sum er limur í pensjónsbólkinum hjá Løgtinginum sigur, at pensjónsbólkurin arbeiðir eisini við eini ætlan um at hækka pensjónsaldurin.
Hinvegin er bólkurin ikki komin til semju um pensjónsaldurin og spurningurin er lagdur til viks, til bólkurin hevur funnið semju um øll hini viðurskiftini.
Men tað, sum pensjónsbólkurin er komin til, er, at pensjónsaldurin skal hækkast so líðandi.
- Tað,vit tosa um, er, at fimta hvørt ár skal pensjónsaldurin eitt hækka eitt hálvt ár. Ein annar møguleiki er, at pensjónsaldurin hækkar eitt ár, tíggjunda hvørt ár.
Helgi Abrahamsen vísir kortini á, at pensjónsbólkurin er so heldur ikki vorðin samdur um, hvussu nógv pensjónsaldurin skal hækkast tilsamans.
- Tí kom tað sum ein lítil skelkur, tá ið samgongan leggur eitt uppskot til fíggjarkarm fyri Løgtingið, har tað stendur, at pensjónsaldurin skal hækka eitt ár longu tann 1. januar.
- Sjálvandi ber ikki til at gera upp á tann mátan.
Helgi Abrahamsen heldur, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin.
- Tey fyrstu árini, vit høvdu fólkapensjón, livdi ein pensjónistur kanska trý ár í miðal. Nú livir hann hann mangt slíkt og tískil má pensjónsaldurin lagast til.