Seinastu árinini er nýskipanir vorði eitt av teimum heitastu politisku lyklaorðunum í Føroyum. Kanska tann mest umtalaða nýskipanin hevur verið ætlaða fiskivinnunýskipanin hjá ABH-samgonguni, ið ikki kom á mál, men tosa hevur eisini verið um skúlanýskipan, kommununýskipan og pensjónsnýskipan.
Annika Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, setti í farna valskeiði ein tvørpolitiskan arbeiðsbólk, ið skuldi orða nýggju pensjónsskipanina. Tað arbeiðið kom heldur ikki á mál, áðrenn táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, útskrivaði nýval.
Tað merkir tó ikki, at arbeiðið steðgar heilt upp, tí Eyðgunn Samuelsen, nýggja landsstýriskvinnan í almannamálum, fekk á landsstýrisfundi fyrr í vikuni undirtøku til at halda fram við tí arbeiðinum, ið síðsta samgonga byrjaði. Tó, sjálvsagt við nøkrum broytingum.
- Eg havi biðið og fingið loyvi at halda áfram við arbeiðinum at gera nýggja pensjónsskipan. Tað fyrsta, ið verður gjørt, er at vit orða ein nýggja arbeiðssetning. Hann fer at líkjast arbeiðssetninginum, ið síðsta samgonga arbeiddi við, men vit ynskja at gera pensjónina meira samhaldsfasta. Tað ynski skal endurspeglast í arbeiðssetninginum.
Eins og við flestu øðrum nýskipanum, so er ætlanin, at ein arbeiðsbólkur skal setast, ið skal finna eina breiða semju millum flokarnar á tingi. Arbeiðsbólkurin skal tó arbeiða skjótt, tí nýskipanin skal vera klár um eitt ár.
- Tá arbeiðssetningurin er klárur, so verður ein nýggjur tvørpolitiskur arbeiðsbólkur settur at finna eina breiða semju. Endamálið er at leggja uppskotið fyri tingi næsta heyst. Tað skuldi ikki veri so torført, tí flokkarnir vóru samdir um flestu málini áðrenn valið, sigur Eyðgunn Samuelsen at enda.