Pent veður í dag og morgin

Í dag verður 5 - 10 m/s av landsynningi. Tað vera einstøk æl, men fyri tað mesta turt og sól, og hitin millum 1 og 6 stig. Í nátt veksur vindurin og tað verður 8 - 13 m/s av suðri og landsynningi, sum seinni snarar í ein vestan. Skýggjað og regn av vestri, men tað kann fara at kava ella koma vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig í nátt. 

 

Í morgin verður 8 - 13 m/s av vestri, sum seinni snarar í ein sunnan. Skiftandi skýloft og einstøk æl, við regni  kava ella vátakava. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina niður um frostmarkið í støðum.