Talsmaðurin hjá Pentagon, John Kirby (mynd), vísir staðiliga aftur, at USA vil hjálpa Ukraina at oyðileggja allan svartahavsflotan hjá russum. - Tað er vist, at hetta er ikki rætt, sigur hann.

Pentagon avsannar ukrainska útsøgn

Talsmaðurin fyri ukrainska innanríkisráðið, Anton Herasjenko, hevur í morgun sagt, at USA arbeiðir við einari ætlan at oyðileggja russiska svartahavsflotan.

Talsmaðurin hjá Pentagon, John Kirby (mynd), vísir staðiliga aftur, at USA vil hjálpa Ukraina at oyðileggja allan svartahavsflotan hjá russum. - Tað er vist, at hetta er ikki rætt, sigur hann.

Anton Herasjenko skrivar á Tvitter, at ukrainar hava sannført USA um at hjálpa teimum at beina burtur russiskar blokeringar av ukrainskum havnum.

 

- Veitingar av máttmiklum skipsverndarvápnum verða nú umrøddar, skrivar talsmaðurin hjá ukrainska innanríkisráðnum.

 

Men, talsmaðurin hjá Pentagon, John Kirby, vísir staðiliga aftur, at hetta er so.

 

- Eg kann siga, at tað er vist, at hetta er ikki rætt, sigur Pentagon-talsmaðurin í einari kunning til tíðindamiðlar í kvøld.

 

Tíðindastovan Reuters boðaði eisini í morgun frá, at Hvítu Húsini arbeiða við einari ætlan at veita ukrainum framkomin skipsverndarvápn.

 

Endamálið við hesum vápnum skal vera at gera tað møguligt hjá ukrainum at berja niður russisku blokeringarnar av ukrainskum havnum við Svartahavið.

 

Tríggir tænastupersónar og tvær kongress-keldur í USA upplýsa yvirfyri Reuters, at ætlanir eru um at senda slík vápn til Ukraina - antin beinleiðis ella um aðrar sameindar partar í Evropa.

 

So er spurningurin, hvat er rætt, og hvat er skeivt í øllum hesum, men her bendir mangt á, at ukrainar skjótt kunnu vænta sær tyngri og máttmiklari skipsverndarvápn.

 

 

 

Talsmaðurin hjá Pentagon, John Kirby (mynd), vísir staðiliga aftur, at USA vil hjálpa Ukraina at oyðileggja allan svartahavsflotan hjá russum. - Tað er vist, at hetta er ikki rætt, sigur hann.