Pentagon: Eingi prógv um rúmdarverur

Nýggj kanning hevur eingi prógv funnið fyri rúmdarverum ella UFO

Fríggjadagin kunngjørdi amerikanska verjumálaráðið Pentagon kanning av UFO fyribrigdum í USA. Tey hava kannað, um nøkur prógv eru fyri rúmdarverum, ella fyri at myndugleikar hava roynt at fjala prógv, og niðurstøðan í kanningini er, at eingi slík prógv finnast.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Frágreiðingin hjá Pentagon staðfestir, at nógvar fráboðanir hava verið um, at fólk hava sæð sonevnd UFO – tað eru ókendir flúgvandi lutir ella fyribrigdi – og at tað ikki ber til at greiða frá, hvat tað var. Í flestu førum mangla tó nýtiligar upplýsingar um hendingarnar.

 

Pentagon vísir á, at skiftandi orka hevur ígjøgnum árini verið løgd í at kanna mál um UFO og rúmdarverur, og tað hevur forðað fyri samanhangandi kanningararbeiði og virknari vitanarútbýting.

 

Hetta hevur gjørt kanningarnar í sambandi við nýggju frágreiðingina trupular.

 

##med2##

 

Pentagon hevur granskað, hvussu amerikanskir myndugleikar hava kannað UFO-fráboðanir síðan 1945, og kanningarfólkini hava eisini havt atgongd til loynilig skjalasøvn.

 

Og sambært kanningini hjá Pentagon finnast eingi prógv fyri, at UFO ella rúmdarverur eru til, ella at myndugleikar kunnu hava fjalt prógv um hetta fyri almenninginum.

 

Kanningin hjá Pentagon sigur, at útbreiðslan av sjónvarpssendingum, bókum, filmum og nógva tilfarið á internetinum og á sosialum miðlum um UFO hava sannlíkt havt ávirkan á almennu viðgerðina av evninum og styrkt fatanina hjá summum, at UFO ella rúmdarverur veruliga finnast.  

 

Undirhaldsmentan hevur havt ávirkan á almennu fatanina av UFO og rúmdarverum, heldur Pentagon