Nógv tøk eru tikin fyri at fáa ein meira virknan og glaðan miðbý í Havn hesi seinastu árini. Her hugsa vit sertakliga um royndirnar at skapa eitt livandi mentanarligt umhvørvi í tí partinum av býnum, sum liggur rundan um Vágsbotn. Her er komin ein perla fyri og onnur eftir, og loksins fingu vit so Perluna eisini. Men kortini er neyvan seinasta orðið sagt. Menningin og framburðurin fer at halda fram.
Seinasta frambrotið í økinum varð tá borgarstjórin tók Perluna í Tórsgøtu í brúk, tá Altjóða Sálarheilsudagurin varð settur í nýggja bygninginum 10. oktober.
Við nýggju Perluni er tikið enn eitt týðandi stig til tess at skapa nýtt lív í henda so týðandi og søguliga partin av Havnini. Glasbygningurin millum Reinsaríið og Miðlahúsið fer uttan iva at skapa enn meira lív í grannalagnum, har hann verður partur av tí virksemi, sum longu er skapt í økinum. Tórshavnar Býráð hevur við hesum seinasta stiginum víðkað um karmarnar, soleiðis at tónleikur og annað mentanarligt virksemi hava fingið uppaftur betri kor at virka undir.
Vit skulu so heldur ikki gloyma aðrar týdningarmiklar avgerðir at menna og fáa lív í aftur henda partin av Havnini. Ein teirra var Margarinfabrikkin, sum hevur latið dyrnar upp fyri ungdóminum og er partur av hesi menning. Har er Tjóðarpallurin, sum nú leingist eftir uppaftur betri umstøðum. Og leita vit longur oman í Vágsbotn síggja vit eisini frambrotini har um leiðir. Müllers Pakkhús er enn ein perla. Fyri stuttum kundi Grafiski verkstaðurin lata upp í gamlu fabrikkini hjá Østrøm, ein vælabygningur, sum aftur er komin til sín rætt og hvørs virksemi uttan iva fer at draga nógv listafólk, føroyingar sum útlendingar henda vegin.
Hóast nógv er hent í økinum, so eru møguleikarnir framvegis nógvir at gera økið enn meira áhugavert og spennandi. Har er t.d. Skeiva pakkhús, sum kommunan eitt skifti ætlaði at keypa og seta í stand. Tann ætlanin varð so av ongum, men spurningurin er helst bara um tíð til tann verkætlanin verður tikin framaftur. Alt hetta fær okkum eisini til at hugsa um Býarsavnið. Hesin stovnur, sum enn tørvar eini hóskandi høli, eigur avgjørt at verða raðfestur hægri, soleiðis at býurin fær sítt savn.
Samanumtikið kunnu vit siga, at nógv er komið burtur úr at fáa nýtt lív í henda partin av gomlu Havnini. Men nógv er eisini eftir at gera, og vit senda við hesum býarpolitikarum og umsiting og øðrum, sum hava tilnýti til umrøddu mál og øki, góðynski og við vón um, at tað fer at eydnast at halda fram við menningini, soleiðis at hesin parturin av Havnini kann gerast tann magnetur hann var fyrr. Vit mugu so heldur ikki gloyma tann týdning sum handilslív og vinna eisini hava fyri at skapa lív og virksemi í økinum.