Fríggjakvøldið var X-Factor nakað øðrvísi enn tað plagar. Temaði var Rasmus Seebach, og framførsla var frá Seebach og Lionel Ritchie, og Nicoline Simone og Jean Michel meldaðu seg úr kappingini.
Pernille Rosendahl hevur tí allar sínar luttakarar eftir, Cutfather hevur ein luttakara, meðan Blachman als ongan hevur eftir.
Ógvusliga avgerðin hjá Jean Michel setti sín dám á luttakarar og dómarar áðrenn kappingina, men til alla lukku vóru fólk uttanífrá komin í DR býin at seta lív í sendingina.
Pernille Rosendahl slær fast, at X-Factor ikki einans er ein talentkapping, har alt snýr seg um at vinna. Blachman bjóðaði sær fríggjakvøldið til at taka sær av Morten Benjamin, og tað heldur Pernille er eitt fínt hugskot.
- Hann er vælkomin á okkara lið, sigur hon, og slær fast, at tað er ein felags verkætlan, tá ið alt kemur til alt.
Komandi fríggjakvøld verður staðfest hvør kemur víðari í stóru X-Factor finaluna.