Pernille vann á Súnu

Ajax og Randers hava bæði fýra stig aftaná seks teir fyrstu dystirnar í bestu hondbóltsdeildini í Danmark

Føroyingauppgerð var millum Ajax við Súnu K. Hansen á liðnum, ið tóku móti Randers við føroyska landsliðsleikaranum, Pernille Brandenborg á liðnum.

 

Pernille og liðfelagarnir í Randers vunnu tepran 28-27 sigur. Seinastu løtuna var Randers á odda 26-24, 27-25 og 28-26. Tað eydnaðist ikki Ajax at javna leiðsluna hjá Randers.

 

Súna skoraði seks mál, vann liðnum fýra brotskøst og legði upp til tvey mál hjá Ajax.

 

Pernille skoraði fýra mál fyri Randers.

 

Súna var vald til dagsins leikara fyri gott avrik, men tað var landsliðfelagin, Pernille og Randers sum fóru við stigunum. 

 

Komandi týskvøld spælir Ajax á útivølli móti Silkeborg-Voel á útivølli. Komandi mikukvøld hevur Randers heimadyst móti Esbjerg.

 

NrLið:DystirSTIG
1Odense 612
2Ikast 610
3Team Esbjerg610
4Nykøbing Falster610
5København 68
6Silkeborg-Voel66
7Viborg HK66
8Aarhus United66
9Horsens65
10Randers HK64
11Ajax 64
12Ringkøbing62
13Skanderborg61
14SønderjyskE60