Portsmouth liggja nú bert eitt pláss burturi frá niðurflyting, aftan á at liðið tapti 3-0 ímotí Liverpool. Mánakvøldið var Perrin sambært heimasíðuni hjá Chelsea, og hugdi at tá eykaliðið hjá Portsmouth tapti 1-0 í móti eykaliðnum hjá Chelsea, og tað gjørdist hansara síðsti dystur sum venjari.
Portsmouth hava enn ikki vunnið á heimavølli, og ivasamt er, um teir gera tað leygardagin ímóti ræðandi sterku Chelsea. Eitt lið, sum letur trý mál sleppa inn ímóti Liverpool, ið satt at siga ikki hevur dugt at skotið mál í ár, fer óivað at hava trupulleikar ímóti monnunum hjá Mourinho.