Persónligt frælsi ella ómyndugerð fyri okkara egnu rokning

Hvussu er samskiftið, hvussu eru skipanir og í heila tikið

 

– hvør er til fyri hvønn?

Tá eg varð kannað fyri bróstkrabba, fekk eg teldupost um at fara til aðra, meira trygga skipan, eftir svarinum.

 

Tá eg fari á bilverkstað við bilinum, og tey hava mist ella sløsað tryggingarnummarið burtur, má eg aftur seta meg í samband við tryggingina ella leitað í skipanum, fyri at fáa sakina víðari.

 

Tá eg skal byggja mær hús, má eg havi teir rútar, tær bjálvingar og tær tilbúgvingar, sum myndugleikar og fíggjarstovnar halda meg skula hava.

 

 

 

Á ellisheimum hava tey, í skiftistíð millum telduskipanir Word og Cosmic, skrivað journalir við hond, tí word-fílan, sum tey høvdu nýtt í áravís, bráddliga ikki var nóg trygg.

 

Henda journalskrivan við hond strekti seg yvir eini fimm seks ár.

 

Í bankum kann eg ikki skifta eftirnavnið á kontuni, um eg ynski eftirnavnið hjá manninum, uttan hjúnarbræv ella annan formular, sjálvt um bankakvinnan var ein av brúdleypsgestunum.

 

--

 

Fyri at taka aftur í aftur dømini, í somu raðfylgju, so hevði eg ynskt tað frælsið, at kunna sagt við damurnar í  bróstkanningini, at tað var fínt um tær bara sendu mær svarið í vanligum telduposti.

 

At eg hevði tað frælsið at kunnað sagt við bilsmiðjuna, at tey bara kunna ringja, mína vegna, til tryggingina eftir tryggingarnummarinum.

 

At eg havi frælsið til at byggja tey hús eg ynski mær, uttan óneyðuga íblanding frá myndugleikum og fíggjarstovnum.

 

Í teirra forrætning eigur ein bústaðarmarknaður at vera blandaður, bæði við atliti til prís og pant – sum er húsið og kann seljast víðari, um byggjarin ikki megnar skuldina, til tann sum vil búgva simplari og eftir førimuni.

 

At eg og avvarðandi høvdu tað frælsið at sagt við ellisheimið, at tey kundu skrivað journalir sum teimum hóvar, um tað so skuldi verið eitt word skjal.

 

At eg havi frælsið at broyta navnið á mínari konto.

 

Í princippinum kann eg geva einum og hvørjum, ja, øllum, mínar pengar. Ella sum í hesum føri, broyta navnið á kontuni.

 

Bankin skal bara vera tryggur í, at eg eri tann eg sigi meg vera.

 

Sjálvsagt veit eg, at tað heila snýr seg um trygd, møguliga bæði hjá brúkarum og starvsfólki, men trygd fyri hvørjum?

 

Eg havi sera trupult við at síggja, hvussu vit henda vegin skulu gera okkum inn á hvønn annan.

 

Og í førinum eitthvørt kundi verið, hava vit aðrar myndugleikar at taka sær av tí, eitt nú, politi og dómsvald.

 

At leggja øll fólk undir verjuskipanir av øllum handa slagi, stendur slettis ikki mát við tær óreiðuligu støður, sum kunnu spyrjast burturúr okkara sínámillum samskifti.

 

Vit skjóta, stutt sagt, spurvar við kanónum, ella vit síggja trøll á alljósum degi.

 

Og nú eri eg ikki eingong komin inn á hvítvask.

 

--

 

Um onkur óviðkomandi sær ein teldupost, ein journal, eitt tryggingarnummar – verður ein risiko eg sjálv vil hava frælsið til at taka.

 

Um frælsið verður hjá tí einstaka, verður tað avgerandi fyri hvussu viðurskiftini verða handfarin, meira og minni skipað, regulerað ella stýrd.

 

Sjálv havi eg ikki biðið um hesa verju ella persónligu umsorgan, ella at rinda fyri hana í skatti,  beinleiðis rokning ella hvussu arbeiðið nú verður avroknað.  Tí tað kostar sera nógv. Hjá tær og mær.

 

Eg kundi hildið fram við dømum um viðurskifti, sum máða seg inn á, undirminera og ómynduggera okkum sum fólk.

 

So tá vit tosa um longri upplatingartíðir ella sterkar løgir í forrætningar, sum persónligt frælsi, politisk arbeiði og politiskt tilverugrundarlag, loypa vit um har garðurin er lægstur.

 

Vóni tað arbeiðið fær breiðari haka og styrki til at velta upp úr níggjum og sparka upp ímóti tí yvirvaldið, sum leggur seg omanyvir okkum sum ein køvandi dýna við vísuni  - TRYGD.