Hótti við at vísa myndir av naknum persóni

Í nátt ringdi ein persónur til løgregluna, tí hann varð hóttur við, at ein annar persónur ætlaði at vísa alment myndir av viðkomandi, meðan hann var nakin – um hann ikki rindaði loysigjald

– Vit kunnu ikki ávara um hetta nóg ofta, at fólk fyri tað fyrsta ikki taka nakinmyndir av sær sjálvum, og so slett ikki at senda tær á netinum, sigur vaktleiðarin á politstøðini í Havn í morgun. 

Men tað hevur hesin persónurin so gjørt. Og tað er tað sama, sum fleiri onnur eisini gera.

 

Tað plagar at byrja við, at tú fært eina vinarumbøn á t. d. Facebook. So verður skrivað saman, og samrøðan gerst alsamt meira intim, til tað endar við, at nakinmyndir verða sendar. Ólukkan er so, at tann, sum kanska er ein vøkur dárandi kvinna í hinum endanum, er ein ein ráur brotsmaður, sum nú hóttir við at senda nakinmyndirnar til vinir og kenningar hjá persóninum, sum helt, at hann samskifti við eina vakra kvinnu, sum meinti tað í álvara.

Hesin persónur, sum nú er offrið, verður bangin og boðar løgregluni frá.

Áheitanin hjá løgregluni er tann sama. Lat vera við at senda nøkrum myndir av tær, tá tú ert nakin!

 

##med2##