Annað árið á rað hevur Reyði Krossur funnið ársins 1. hjálpara. Tveir persónar vóru uppskotið til heiðurin, og varð tað 38 ára gamli Peter J. Anderson, sum varð valdur.
Peter J. Anderson kom í november mánaði fram á eitt fólk, sum lá fram við Oyggjarvegnum, sum sá út til at verða lívleyst og ógvuliga kalt. Viðkomandi hevði ongan puls, og andadráttur var heldur ikki at merkja.
Peter setti seg í samband við vakthavandi í Mjørkadali, sum síðani setti seg í samband við 112, av tí, at onki fartelefonsamband var við Norðadal.
Við hjartamýking og eftirgjørdum andadrátti fekk Peter lív aftur í persónin, og hálvan tíma seinni var sjúkrabilur á staðnum.
Hin, sum var í uppskoti, var Tordur J. Niclasen av Eiði. Tordur var í mars mánaði í fjør til arbeiðis á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, tá boð komu eftir honum, tí eitt av búfólkunum hevði sett eina appelsin í hálsin. Viðkomandi var bláur í andlitinum og um at kvalast.
Í frágreiðingini stendur at lesa: »Hann tók mannin úr stólin og legði hann tvørtur um seingina, so mikið langt út av seingjarkantinum, at tyngdarmegin hjálpti til. Tók so eitt fast tak um miðjuna á manninum og við einum dyggum trýsti inn á tinduna sprakk ein hálv appelsin úr hálsinum«. Og maðurin varð bjargaður.
Tað er Tryggingarfelagið, sum stuðlar ársins 1. hjálpara, og gjørdist tað, sum sagt hesuferð, Peter J. Anderson.
Bæði Peter Anderson og Tordur Niclasen fingu heiðursbræv frá Reyða Krossi, umframt, at ársins 1. hjálpari fekk eina peningaupphædd frá Tryggingarfelagnum.