Fríggjadagin kom fram, at nýstovnaða sp/f Blábjørg hevur keypt øll partabrøvini hjá P/F Skrínið í Føroya Banka. Felagið P/F Tjaldur, sum er gamla Skipafelagið, átti øll partabrøvini í P/F Skrínið. Men nú er Peter Holm komin við upp í leikin. Felagið hjá honum og konuni – sp/f H-Holding – eigur nú helvtina av partabrøvunum í nýstovnaða sp/f Blábjørg, har P/F Tjaldur eigur hina helvtina.
Í avtaluni stendur eisini, at sp/f H-Holding hevur rætt at keypa restina av partabrøvunum í sp/f Blábjørg.
Í reinum tølum eigur sp/f Blábjørg 973.151 partabrøv, sum svarar til 9,73 prosent av partapeninginum í Føroya Banka, og tað ger sp/f Blábjørg til størsta privata partaeigaran í bankanum. Velur Peter Holm, við sp/f H-Holding, at keypa hina helvtina av sp/f Blábjørg, eigur hann einsamallur næstan ein tíggjundapart av Føroya Banka.
Peter Holm hevur fyrr verið stjóri í Kaupting Føroyar og fíggjarleiðari hjá Føroya Banka, so talan er ikki um nakran ársunga innan føroyska bankaheimin, sum nú aftur er uppi í leikinum.
Áhugaverd íløga
Sambært Peter Holm er tað fyri hansara viðkomandi ein áhugaverd íløga, hann hevur gjørt, tí samstundis sum tað hevur gingið afturá í bankaheiminum, hevur Føroya Banki ikki verið so aktivur sum nógvir av hinum bankunum.
- Av tí at bankin ikki hevur verið so aktivur, er hann fíggjarliga nógv sterkari enn nógvir av hinum bankunum. Hetta ger hann til eina áhugaverda íløgu í bankaheiminum í dag og skapar eina rúgvu av møguleikum, sum aðrir bankar ikki hava, sigur Peter Holm.
Hinvegin sigur Peter Holm, at hann onga avgerð hevur tikið viðvíkjandi at keypa hina helvtina av partabrøvunum í sp/f Blábjørg, har hann sjálvur er settur sum stjóri.
Tá bankarnir kring allan heim hava tað lufalsliga trupult er nærliggjandi at spyrja, hví Peter Holm ger eina so stóra íløgu í ein banka.
- Eg havi valt at gera íløgu í banka, tí tað er nakað eg meti meg hava skil fyri, sigur nýggi partaeigarin í Føroya Banka.
Onki konkret
Peter Holm sigur seg ikki enn vita nakrar konkretar ætlanir viðvíkjandi bankanum, men hann fortelur at sp/f Blábjørg skal vera ein aktivur partaeigari.
Heldur ikki nakað er fastlagt viðvíkjandi nevnd og nevndarsessum, tí hóast Peter Holm er ein stórur partaeigari og hevur eina ríka søgu innan bankaheimin, metir hann ikki sessin sum nevndarformaður sum nakað, ið skal fella í hansara lut.
- Tað liggur als ikki í kortinum á nakran hátt og er als ikki relevant í hesum sambandið, sigur fyrrverandi Kaupting stjórin.
Ivast í at keypa meira
Í reglugerðini í Føroya Banka stendur, at fólk uttan trupulleikar kunnu eiga so nógv teimum lystir, men at atkvøðast kann bert við 10 prosentum av samlaða partapeninginum í bankanum.
- Av tí at mann ikki kann atkvøða við meira enn 10 prosentum av partapeninginum í bankanum, verður tað alt fyri eitt minni áhugavert at eiga fleiri partabrøv enn vit longu hava, greiðir nýggi partaeigarin frá.
Spurdur hvørjar ætlanirnar eru við partabrøvunum, sigur Peter Holm, at onki er endaliga avgjørt enn, og av tí hann ikki kennir bankan innanífrá longur, má eitt ávíst kanningarvirksemi gerast, áðrenn nakað fast verður lagt út í kortið.