##med2##
Hoyvíkingar vunnu við einari margin uppá eitt sekund. Tróndur Mikkelsen hjá Neistanum var eitt sekund frá at skora innanfyri tíðina tá støðan við dystarenda var 26-25 til H71, men klokkan bjargaði hoyvíkingum sigurin.
Leingi vóru hoyvíkingar greitt á odda í grannadystinum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var H71 á odda 17-11, men í seinna hálvleiki vaknaði Neistin, og tað var um reppið, at teir bláu fingu bjargað sær eitt stig.
Toppskjúttin hjá H71, Peter Krogh sum skoraði sjey mál er sera vónbrotin um dystin hóast sigurin: - Vit gevast at spæla hondbólt, sigur Peter Krogh sjálvatfinningarsamur.
Venjarin hjá Neistanum, Mads Rydahl er sera vónbrotin um avrikið í fyrra hálvleiki. Hinvegin er hann sera fegin um avrikið í seinna hálvleiki. Mads Rydahl heldur seg hava eitt ungt og evnaríkt lið, og hann væntar, at liðið hjá Neistanum fer at mennast nógv komandi tíðina.