Løgreglan hevur reist nýggja skuldseting ímóti morðskuldsetta kavbátabyggjaranum. Hann noktar seg sekan í ósømuliga at viðfarið lík.
Skuldsetti rakett- og kavbátabyggjarin, Peter Madsen, noktar seg sekan í nýggjari skuldseting fyri ósømuliga at hava viðfarið lík.
Tað upplýsir løgreglan í Keypmannahavn.
Skuldsetingin fyri at viðfara lík ósømuliga var reist í sambandi við, at Peter Madsen hósdagin varð avhoyrdur av løgregluni.
Avhoyringin var eftir at ein kvinnubulur uttan høvd, armar og bein varð funnin við sjóvarmálan á Amager, og eftir at staðfest var, at hetta var kroppurin hjá svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall.
Peter Madsen er skuldsettur fyri at hava dripið Kim Wall, og hann er fongslaður í málinum. Fongslingin er tó einans grundað á, at Petur Madsen av ósketni skal hava forvolt deyða hennara.
/ritzau/