Melodi Grand Prix
Ingrid Bjarnastein
[email protected]
Atletion, Århus: Nógv kend fólk høvdu leitað sær til Melodi Grand Prixið í Århus leygarkvøldið. Peter Qvortrup Geisling frá »Læknin hevur orðið« var teirra millum. Til Melodi Grand Prix í 2002 presenteraði hann eisini sangin hjá Malene Mortensen, sum endaði á fyrsta plássinum hetta árið.
- Petsi sang ein avbera góðan sang, og hon stóð seg ógvuliga væl, segði Peter Qvortrup Geisling aftaná showið leygarkvøldið.
Hann leggur afturat, at tað var gott, at Føroyar á hendan hátt vórðu umboðaðar, og at føroyingar hava alla orsøk til at vera ernir av Petsi.
? Har var ongin ivi í, at hon átti eitt pláss í finaluni, men sangur nummar 10 var eisini ringur at vinna á. Áhoyrararnir vóru jú garvillir.
Men kendi sjónvarpslæknin er ikki í iva.
? Petsi fara vit at koyra nógv meira til í framtíðini!