Løn í eitt ár, frá 1. august at rokna. Tað er rokningin, ið Almannaverkið skal gjalda fyri at sleppa av við sín stjóra beinanvegin.
Sambært fráfaringaravtaluni, sum er undirskrivað 5. juli, fer Petra Johnsdóttir Joensen úr stjórastólinum beinanvegin. Hon skal tó vera til taks at ráðgeva um samanleggingartilgongdina í Almannaverkinum og at svara fyrispurningum, ið kunna stinga seg upp í samband við at stjóraskifti fer fram. Sambært avtaluni kann hetta arbeiði gerast heimanifrá.
Lønin
Petra Johnsdóttir Joensen er lønt í 39. lønarflokki sum tænastumaður. Mánaðarlønin er 52.661 krónur, umframt fimm prosent í serligari viðbót fyri at fremja bygnaðarbroytingar í Almannaverkinum. Tilsamans er talan um 55.294 krónur um mánaðin, og stjóralønin í eitt ár er tí 663.528 krónur.
Harumframt eigur Petra Johnsdóttir Joensen feriu til góðar. Sambært fráfaringaravtaluni fær hon seinastu lønarflytingina frá Almannaverkinum síðst í september næsta ár.
Annika Olsen dugir í dag ikki at siga, hvar hon finnur pengarnar til stjóraskiftið.
- Tað mugu vit hyggja uppá, svarar Annika Olsen stutt.
Umframt lønina hevur Petra Johnsdóttir Joensen rætt til eftirløn sum tænastumaður.