Nøkur petti duttu av amerikonsku rúmdarferjuni Endeavour, tá hon bleiv skotin út í rúmdina í gjárkvøldið, men NASA sigur, at einki er at stúra fyri NASA sigur tó, at ferjan verður kannað gjølla, áðrenn hon kemur aftur.
Bill Gerstenmaier hjá NASA sigur við amerikanskar fjølmiðlar, at tey vita ikki við vissu, hvat tað var, sum datt av ferjuni, men at talan kann vera um íspetti ella petti av bjálvingini. Hann sigur, at pettini duttu av Endeavour einar tveir minuttir, eftir at ferjan var farin uppfrá.
Fyri seks árum síðani sprongdist rúmdarferjan Columbia, tí petti av bjálvingini duttu av undir útskjótingini. Øll tey sjey umborð doyðu.