Hugfarsligt var at sita millum Jakku Lundsbjerg og Petur Bjarnastein, tá ið Herluf mýkti røddirnar undir venjingunum í sangkórinum. Teir vóru sera nótafastir og høvdu gott gehør. Skemtiligt var tað eisini. Eitt kvøldið segði Petur við Herluf, meðan vant varð: " Herluf, skulu vit ikki fara til "Ulla-Pool" á konsertferð?" Hetta var í tí tíðini, tá føroyingar seldu sild í Skotlandi, og hon varð skipað upp í "Ulla-Pool".
Oddfríður Haraldsen, sálið, helt fyri, beint áðrenn hann doyði, at hann hevði sungið fimmti ár við Fuglafjarðar sangkóri, men honum untist ongantíð at koma uttanlands at syngja. Tað sama kundu Petur og Jakku siga, men glað vóru tey, um kórið bert rakk út um Gøtueiðið og sungið varð onkunstaðni uttanfyri; men teimum lá hjartanum næst at syngja so ofta í Fuglafirði sum gjørligt.
Petur var tann síðsti av teimum fyrstu, sum var við frá byrjan av. Fleirirøddaður sangur hevur ljómað í Fuglafjarðar kirkju síðani 1925. Serligur hátíðardámur hevur verið í kirkjuni jólakvøld, tá ið kórið í sínum besta skrúð, er komið inn eftir gólvinum við Herluffi síðst í hópinum og sungið jólaløg undir guðstænastuni jólakvøld. Vit, sum eru eitt sindur yngri, minnast hesar løtur sum eina góða uppliving líka frá barnsbeini av.
Petur helt uppat við at syngja fyri bert heilt fáum árum síðani. Hann hevði ein djúpan bass, sum eg ikki havt hoyrt siðani. Hann liggur nú saman við mongum øðrum sangarum Um heygar og bíðar eftir uppreisanartónanum.
Sum sagt, stakk Petur mær ein hundraðkrónuseðil í lógvan eftir konsertina 17. apríl og ynskti okkum góða konsertferð. Kundi hugsað mær at viska V.U. Hammershaimb burtur av seðilinum, sett mynd av Peturi ístaðin og fingið myndina í glas og ramma sum eitt varandi minni um ein góðan sangara, skemtara og vin.
????????
Frits