Tá KÍ næstsíðsta sunnudag var á Svangaskarði, skuldi sambært yvirlitið frá FSF Petur Erhard Kjærbo vera 23. maðurin inni á vøllinum. Men einki sást til sumbingin, og í staðin var tað Jens Petur Brattalíð úr Vági, sum var dómari.
Undan vikuskiftinum kom yvirlitið frá FSF yvir dómararnar trý tey næsta vikuskiftini, og navnið á Petur Erhardi er ikki at síggja. Hann hevur í fleiri ár verið mettur at vera ein tann besti dómarin í landinum, og vit spyrja hann tí, um hann hevur lagt floytuna frá sær fyri well:
? Í summarsteðginum havi eg boðað Óla Holm, formanni í dómaranevndini hjá FSF frá, at eg eri ikki tøkur tað, sum er eftir av hesum árinum, og sum tað sær út í løtuni, so rokni eg ikki við, at eg fari at døma aftur, men akkurát nú kann eg ikki siga, hvussu tað verður komandi ár, sigur Petur Erhard Kjærbo.
Tíðarkrevjandi
at døma
20. september verður sumbingurin, sum í 26 ár hevur búð í Vági, 46 ára gamal. Í Føroyum fella dómararnir fyri aldursmarkinum, tá teir fylla hálvt hundrað, og tað vil siga, at sumbingurin hevði havt aldur at døma fýra ár afturat:
? Eg havi dømt síðani 1973. Tey seinastu 7-8 árini hava eg aftur og aftur ætlað mær at givist, men nú fekk eg upp í lag. Tey fyrstu árini spældi eg við VB, men síðani sumbingar komu uppí, havi eg spælt við teimum. Í 1977 vóru vit í 3. deild, og eg havi dømt í bestu deildini síðani tá. Eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur at spæla og døma samstundis og at døma skjótt eftir at tú ert givin at spæla. Hetta ger, at tú skilir spælararnar nógv betri.
Og um tíðina, sum hann hevur brúkt til døming, sigur Petur Erhard Kjærbo soleiðis:
? Tey fyrru árini dømdu vit hvørt vikuskifti, og tey seinnu árini hava vit dømt tvey vikuskifti og havt frí eitt. Vit hava ongar 1. deildar dystir havt í Suðuroy, og tað vil siga, at vit hava verið tvey vikuskifti norðanfyri, og so hava vit verið sunnanfyri, men tá hava vit ofta dømt í Hvalba leygardagar. Tá vit hava dømt norðanfyri sunnudagar, eru vit farnir frá húsum klokkan seks, og um tað hevur gingið væl, so hava vit verið við hús aftur klokkan hálvgum tólv. Men eg havi ikki kært meg, tí mær hevur dámt hetta sera væl, og sjálvt um eg ikki fari at døma meiri, so kann tað væl vera, at eg fari norður um onkuntíð at hyggja at fótbólti.
Tá vit spyrja Petur Erhard, um hann serliga kannar dómararnar, tá hann hyggur at fótbólti, svarar hann soleiðis:
? Eg síggi nógvan fótbólt í sjónvarpinum. Oftast eru dystirnir tiknir uppá band. Fyrst hyggi eg at dystinum, og so hyggi eg umaftur, og tá er tað serliga avrikið hjá dómaranum, sum eg eygleiði. Tað havi eg altíð hildið verið læruríkt.
Hevur tú fingið nógvar óvinir orsaka av dømingini hesa síðstu fjórðingsøldina?
? Ikki ein. Eg eri ongantíð farin av vøllinum við kensluni av, at spælarar og áskoðarar hava start seg blindar uppá meg. Sjálvandi hava míni avrik sum hjá øllum øðrum verið misjøvn. Eg havi skrivað allar dystirnar niður við viðmerkingum um, hvat eydnaðist væl og minni væl, men óvinir havi eg ikki fingið av dømingini, tvørturímóti.
Bara dømt
í Føroyum
Ert tú vónbrotin av, at tú ikki hevur fingið høvi at dømt uttanlands?
? Yvirhøvur ikki. Tað hevur staðið mær í boði at dømt í kappingum uttanlands, men hetta havi eg ikki lagt í. Eg havi verið á læruríkum skeiðum uttanlands, men tráðanin hevur ongantíð verið eftir at døma aðra staðni enn í føroysku kappingini.
Í fleiri ár hevði Petur Erhard Kjærbo tveir sumbingar afturat sær. Teir vóru Frits Poulsen og Poul Erik Jacobsen. Hesa síðstu tíðina hevur hann dømt saman við Jens Peturi Brattalíð og Eileri Rasmussen av Skála. Nú hevur Jens Petur Brattalíð tikið floytuna:
? Eg vænti, at hann verður ein góður dómari. Enn hevur hann ikki so nógvar royndir í 1. deild, men tær koma og fara at gera Jens Petur til ein góðan dómara.