Petur fer nú at spæla uttanlands

NSÍ álopsspælarin spælir í kvøld fyri síðstu ferð í hesum umfarinum við NSÍ

Klæmint A. Olsen, sum skoraði fyrsta NSÍ málið, fegnast saman við Peturi Knudsen, sum í fyrra hálvleiki skoraði tvey mál, og sum nú fer av landinum at spæla fótbólt

Hálvleiksstøðan í grannauppgerðini við Løkina í Runavík í kvøld millum NSÍ og B68 var 3-2. Fyrsta bríksl var klokkan 19, og talan var um framúr undirhaldandi og í løtum væl spældan hálvleik.

 

NSÍ eigur ivaleyst betru einstaklingarnar, men toftamenn vístu stórt sjálvsálit og hugflogsríks samanspæl.

 

Klæmint A. Olsen stútaði til 1-0 eftir innlegg úr høgru frá Tróndi Jensen. Lukasz Cieslewicz javnaði til 1-1 við brotssparki, sum hann sjálvur vann, og Lukasz Cieslewicz átti eftir horna úr høgru uppleggið, tá ið Andri Benjaminsen við rimmar langskoti legði B68 framum 2-1. Síðstu lítlu løtuna undan steðginum svaraði NSÍ av álvara aftur. Petur Knudsen javnaði til  2-2, og hann legði NSÍ á odda 3-2.

 

Undan dystinum beyð NSÍ Peturi Knudsen farvæl. Hetta er síðsti dystur hjá honum fyri barndómsfelagið í hesum umfari. Petur Knudsen fer til Danmarkar at royna seg í fótbólti. Enn er ikki upplýst, hvat felag í Danmark hann fer at royna seg í.

 

Klæmint A. Olsen, sum skoraði fyrsta NSÍ málið, fegnast saman við Peturi Knudsen, sum í fyrra hálvleiki skoraði tvey mál, og sum nú fer av landinum at spæla fótbólt