Uppgávan er at skapa eitt árligt afturvendandi tiltak, sum setur Aarhus út í kortið við dygdargóðari listamessu.
Soleiðis skriva fyrireikararnir um messuna, sum ver fram í Ridehuset, sum er í hjartanum av Aarhus.
– Hon hevur eitt rátt og ídnaðarligt yvirbrá, sum eisini komplimenterar listina við ljósinum. Framsýningarveggirnir eru býttir sundur soleiðis, at fleiri av básunum eru lutvíst opnir á fleiri síðum. Tað gevur eina gallerikenslu, tá tú flytur teg runt, og tey vitjandi fáa íblástur til at kanna áskoðaraplássini og listina í einum avslappaðum stemningi.
##med3##
– Sum fyrrverandi tónleikari, upptaktari og fyriskipari hevur Torben Buus sjálvur roynt at sýna fram á ymsum messum. Hann heldur, at tað manglar ein messa, sum ger eitt sindur eyka burturúr visuellu pakninginum. Og sum grafiskur sniðgevi við egnum stovni er tað sera umráðandi fyri Torben, at egna visuella samskiftið hjá messuni kann passa til høgu listarligu góðskuna hjá framsýnarunum. Verkslistamessan skal vísa eitt høgt altjóða støði bæði í innihaldi og formi, skrivar fyrireikararnir.
##med2##
Um føroyska Petur Háberg Jacobsen skriva fyrireikararnir, at hann er listamaður »í hugtakandi Føroyum og hevur eina einastandandi samanseting av tøkniligum serkunnleika og listarligum dámi yvir síni verk.
– Kendur fyri sína hálvabstraktu list fær PETUR íblástur úr tí ráu, føroysku náttúruni, har ógvusligu kreftirnar og litríku úttrykkini av grundevnunum verða umsett til hugtakandi listaverk, skriva fyrireikararnir og halda fram:
##med4##
##med5##
»PETUR dugir ikki bara við penslinum, men eisini sum tónleikari. Royndir hansara við tónleiki liggja til grund fyri fatan hansara av, at list, antin fyri eygað ella oyrað, snýr seg um at sláa 'rætta' staðin - ein javnvág millum form, lit og kenslu. Verkini hjá PETUR bjóða áskoðaranum inn í eitt alheim, har listin ikki bara verður sædd, men upplivin; eitt stað, har tankar og kenslur verða førdar til lívs.