Petur Øl hevur selt Merlot

Restaurant Merlot í Havn hevur skift eigara. Mánadagin tekur Ruben Busk yvir matstovuna, sum Petur Petersen hevur rikið seinasta slaka árið

MATSTOVA: Restaurant Merlot hevur skift eigara. Ruben Busk í Hósvík hevur tikið yvir matstovuna, sum Petur Petersen, vanliga nevndur Petur Øl, hevur rikið seianstu níggju mánaðirnar.

- Summi fara ein saltfiskatúr fyri avreagera, meðan onnur velja at keypa eina matstovu. Tað gjørdi eg, sigur Petur Petersen, sum tey flestu munnu kenna frá avgreiðsluni hjá Føroya Bjór í Havn, sum hann – og ikki minst foreldrini, Anna og Martin Petersen, vóru ímyndin av í nógv ár.

Petur er útbúgving kokkur. Hann hevur m. a. starvast á frægum matstovum í Keypmannahavn, men seinastu mongu árini hevur hann rikið avgreiðsluna hjá Føroya Bjór í Havn. Fyri sløkum ári síðani fór hann úr hesum starvi og keypti matstovuna Merlot, men nú hevur hann aftur selt.

Tað er Ruben Busk, sum hevur keypt matstovuna. Hann hevur seinastu tíðina verið kokkur á matstovuni Gourmet í Havn og fyri ta tíð á Hotel Føroyum. Hann er dani, hevur føroyska konu, og tey búgva í Hósvík saman við tveimum synum.

Ruben Busk er útbúgvin kokkur fyri tíggju árum síðani í Danmark, og hann hevur eisini drúgvar royndir hagani. Hann hevur havt egna café í Esbjerg og hevur arbeitt á øðrum matstovum har.

Fyri nøkrum árum síðani kom hann til Føroya og arbeiddi á Hotel Hafnia.

- Mær dámdi sera væl hesa tíðina, har eg eitt nú arbeiddi saman við kendu sjónvarpskokkunum, Gudmundi, Benny og Joen Peter. Ruben flutti aftur til Føroya við húski fyri hálvum øðrum ári síðani.

- Eg eri sera fegin um, at eg fekk møguleika at keypa matstovuna. Eg trúgvu upp á hesa vinnuna og ikki minst upp á hesa matstovuna, sum Petur hevur arbeitt so væl upp, sigur Ruben Busk.

Hann fer at leggja dent á at hava høga góðsku.

- Eg fari ikki at ganga upp á kompromis við rávørum. Merlot er kent fyri hugna og fyri góðsku, og hesum ætli eg mær at halda fram við, sigur hann.

Fyrstu tíðina verður hann einsamallur kokkur, men hann væntar, at hann skjótt skal hava partíðar kokk aftur at sær.

Ruben Busk sigur, at høvuðsmálbólkur hansara sjálvandi er føroyingar. Men í ferðafólkatíðini fer hann sjálvandi eisini at leggja seg eftir tí marknaðinum, eitt nú við fiskarættum og onkrum føroyskum spesialiteti. Føroyingar flestir vilja hava gott kjøt og góða sós, og teir skulu teir eisini fáa, sigur hann.

Ruben Busk tekur yvir matstovuna mánadagin.