Petur Mittún: Alt gekk galið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr H71-venjaran taka samanum ein vánaligan dyst hjá sínum monnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá H71, Petur Mittún aftaná 20-31 (9-16) ósigurin hjá H71 í fyrru FM-finaluni, sum var norðuri í Vestmanna fyrr í kvøld.

 

Petur Mittún heldur, at alt gekk galið hjá H71 í kvøld. Tað einu løtuna í fyrra hálvleiki sá ikki so galið út, men so fór VÍF langt framum, og dysturin var farin. Serliga vónsvikin er H71-venjarin um verjuna, sum lat 31 mál inn í kvøld. Sterka verjan hevur annars borið H71 langt higartil. 

 

Petur Mittún undirstrikar tó, at tað endar ikki her, og fyri teir í H71 merkir ósigurin, at teir mugu eisini spæla heimadyst sunnudagin. Tí aðru FM-finaluna leygardagin ætla teir í H71 at vinna.