Petur Mohr Dam er føddur í Skopun 11. august í 1898 og doyði 8. november 1968.
P. M. Dam var sonur Ole Christian Dam, handilsmann úr Kollafirði og Sáru Mariu Dam, f. Olsen úr Vestmanna.
Petur Mohr Dam var sjúkligur í uppvøkstrinum, men fór til Havnar á Læraraskúlan í 1917 og tók læraraprógv í 1920.
Árið eftir var hann sjúkur, men tók seinni við lærarastarvi í Sumba, síðani í Trongisvági og so á Tvøroyri. Eitt skifti var P. M. Dam eisini formaður í Føroya Lærarafelag.
Petur Mohr Dam var ein av stigtakarunum til stovnina av Javnaðarflokkinum, og var hann formaður floksins næstan alla tíðina til deyðadags í 1968.
Petur Mohr Dam baksaðist nógv við at savna arbeiðs- og fiskimannafólkið til andeilsvirkir, m. a. Ísvirkið, Arbeiðaranna Trolaradrift (AT) og fyrsta flakavirkið á Tvøroyri. Hann var løgtingsmaður frá 1928 til 1968, undantikið nøkur ár av teimum, hann var løgmaður, tá hann hevði varamann fyri seg.
Hann var fyrstu ferð valdur til løgmann i 1959, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur og fyri fyrstu ferð gjørdist størsti flokkur í Føroyum. Hann sat sum løgmaður hetta skeiðið út, til Hákun Djurhuus tók við í 1963.
Petur Mohr Dam var fólkatingsmaður frá 1948-57 og frá 1964-67. Í sóknarstýrinum í Froðbiar sókn síðan 1925 og formaður 1934-57, 1959-63 og 1967. Í mong ár var hann eisini blaðstjóri á Sosialinum.
Eftir Petur Mohr Dam liggja nógvar yrkingar, og nakrir sálmar og einstakar søgur. Hann var limur av mongum nevndum m. a. í Skipafelagnum Føroya til 1955, í Tryggingarsambandinum og Føroya Skúlastjórn. Stjórnarformaður í AT, Tvøroyrar Skipafelag og øðrum feløgum á Tvøroyri umframt í Vinnulánsgrunninum.
Petur Mohr Dam var giftur við Raghild, f. Strøm. Hon var fødd í Trongisvági 12. januar 1909 og doyði 11. august 1976.