Fótbóltur
Tað var kanska ikki heilt óvæntað, tá tað eftir døgurða í gjár gjørdist greitt, at tað verður Petur Mohr, ið skal yvirtaka venjarasessin í Klaksvík, eftir at Eyðun Klakstein sunnukvøldið boðaði frá, at hann segði seg úr starvinum.
Petur hevur áður verið venjari í Klaksvík, og ikki minst hevur hann eitt stórt navn her, eftir at hann í 1991 leiddi liðið til FM-gull.
Hartil hevur Petur Mohr eisini roynt líknandi støður áður. Soleiðis var hann maðurin, sum í 2005 bjargaði gøtumonnum undan niðurflyting úr fyrstu útgávuni av Formula-deildini. Og í Klaksvík er vónin uttan iva, at hann við sínum stíli megnar at buka nakað av sjálvsálitið og stríðsvilja inn á liðið, soleiðis at eingin niðurflyting verður aktuell á hesum sinni heldur. KÍ er nevnliga saman við HB einasta felagið, sum altíð hevur átt umboðan í fremstu deildini, og sum ein fjeppari so ramliga tók til í sjónvarpinum, tá tapið á Skála var veruleiki, so hevði ein slík sett býin í undantaksstøðu.