Peugeot 307 ? næsta ár sum stationvognur

Peugeot 307, ið varð frumsýndur á bilaframsýningini í Geneve, kemur næsta ár sum stationvognur, seinni kemur ein sedan og møguliga eisini ein cabriolet


 

Peugeot 307, ið varð frumsýndur á bilaframsýningini í Geneve, kemur næsta ár sum stationvognur, seinni kemur ein sedan og møguliga eisini ein cabriolet




Bilar

Magnus Gunnarsson


Týski spiónmyndamaðurin Hans G.Lehmann hevur undir sínum upptøkum norðuri í kuldanum, avdúkað ein Peugeot 307 stationcar. Peugeot 307 er sum kunnugt avloysarin hjá 306-røðini. Stationvognurin kemur at hava longri aksulfrástøðu enn útgávurnar við 3 og 5 hurðum. Hetta kemur at geva møguleika fyri 7 sitiplássum, við 2 eykasetrum aftast, sum kunna leggjast saman undir dúrkinum tá ikki er brúk fyri teimum. Í fyrstu atløgu kemur bilurin við bensinmotorum við beinleiðis innspræning, og tveimum HDI dieselmotorum, sum verða ávikavist 1,6 og 1,8 litur.


Keldur: FDM / Motor

Motor Magasinet