Pfizer heldur sær longri enn áður hildið

- Hetta kann fáa týdning fyri koppsetingina í ES, skrivar EMA í tíðindaskrivi í dag.

 

 

 

Í dag er komið fram, at Pfizer-koppingarevnið kann halda sær í 31 samdøgur í einum kuldaskápi. Hetta er meira enn seks ferðir so leingi, sum áður hildið.

 

Tað er evropeiska heilivágssamstarvið, EMA, sum boðar frá hesum í tíðindaskrivi í dag. Sagt hevur annars verið, at hetta koppingarevnið bara heldur sær í fimm samdøgur í kuldaskápi.

 

- Størri fleksibilitetur í goymslu og handfaring av Pfizer-koppingarevninum fer væntandi at fáa týdning fyri koppsetingina í ES, skrivar EMA í dag.

 

Eini onnur góð tíðindi í dag eru, at fyribils kanningar benda á, at koppingarevnini hjá Moderna og Pfizer vísa seg at vera sera effektiv móti indiska frábrigdinum av koronu.

 

NTB skrivar, at granskarar hava kannað indisku frábrigdini, og niðurstøðan hjá teimum er, at sonevndu MRna-koppingarevnini eru effektiv móti hesum frábrigdum.

 

- MRna-tøknin verður brúkt til eitt nú framleiðsluna av Pfizer- og Moderna, verður lagt aftrat.