Pfizer verjir væl móti delta-frábrigdinum

Tvey prik við Pfizer verja stórt sæð líka so væl ímóti delta-frábrigdinum, sum móti øðrum frábrigdum av koronu-virus.

 

 

Kanningin, sum sipað verður til, er almannakunngjørd í New England Journal of Medicine.

 

 

Tað eru góð tíðindi í einari nýggjari bretskari kanning, sum varð almannakunngjørd um dagarnar.

 

Granskarar, sum hava gjørt kanningina, vátta, at Pfizer-koppingarevnið er sera effektivt móti delta-frábrigdinum. Hetta hevur stóran týdning, nú hetta frábrigdið ger so nógv um seg kring heimin.

 

Nýggja kanningin vísir tó eisini, at tað ikki er nóg mikið, at tú bert hevur fingið fyrru koppseting við Pfizer-koppingarevninum. Fært tú ikki bæði prikini, kanst tú ikki vera vísur í, at tú ikki verður smittaður við delta-frábrigdinum.

 

Kanningin, sum sipað verður til, varð almannakunngjørd í New England Journal of Medicine, og hon staðfestir, at fólk, sum hava fingið tvær koppsetingar við Pfizer-koppingarevninum, eru tryggjað 88 prosent móti smittu við delta-frábrigdinum.

 

Sambært donskum miðlum, sum endurgeva kanningarúrslitini, staðfestir kanningin eisini, at tvær koppsetingar við Pfizer-koppingarevninum tryggja teg 93,7 prosent móti alfa-frábrigdinum, ið var frábrigdið, sum serliga gjørdi um seg fyrr í ár.

 

Bert smáir munir eru staðfestir í virknaðinum við tveimum koppsetingum, tá ræður um frábrigdini, delta-og alfa. Kanningin staðfestir eisini, at fólk eru nógv betur tryggjað við tveimum koppsetingum enn bert við einari.

 


 

 

Kanningin, sum sipað verður til, er almannakunngjørd í New England Journal of Medicine.