Gospelsangarin David Phelps skal næsta hálva árið spæla eina ørgrynnu av konsertum. Phelps ferðast við tónleikinum av seinastu útgávu sínari, Life is a Church, og hann hevur eisini gestasangarar við sær til ymsu tiltøkini. Phelps er víðagitin í USA, eftir at hann var limur í Gaither Vocal Band, og tað er serliga í USA, at hann fer at spæla næstu tíðina. Phelps ger tó eitt rend til Føroya fyrst í august mánaði at spæla á Summar Festivalinum.