Í fjør var danski framherjin Philip Lund við til at vinna føroyameistaraheitið saman við B36.
Eftir tað fór Philip til Malaysia at spæla, men sáttmálin varð uppsagdur í summar.
Nú hevur framherjin funnið nýtt felag. Tað er felagið EIK í Egersund, sum spælir í 2. deild, ið er triðbesta norska deildin.
Philip Lund skal spæla fyrsta dystin fyri EIK í dag.