Philip prinsur, ið verður 96 ár í næsta mánaði, hevur nú avgjørt at taka seg aftur frá øllum almennum tiltøkum, ið kongafamiljan í Bretlandi annars skal møta upp tiil.
Tað hevur bretska kongahúsið boða frá í morgun sambært BBC.
Elisabeth drotning fer framhaldandi at hava sama leiklut framyvir og gevst ikki fyribils. Drotningin er 91 ára gomul og hon og Philip hava í ár verið gift í 70 ár.
Elizabeth og Philip komu knappliga og fyrr enn væntað til trónuna í Bretlandi í 1952.
Pápi Elizabeth dtorning, George VI, doyði knappliga av sjúku meðan tey bæði vórðu burturstødd. Tey hava tí verið drotning og prinsur í Bretlandi í 65 ár í ár.
Philip prinsur er forseti, verji ella limur í næstan 800 felagsskapum, so hann hevur havt nóg mikið at gjørt, men tað verður so framyvir onkur annar, ið átekur sær hansara almennu uppgávur.