Philipp Lahm, ið er liðskipari hjá týska felagnum, Bayern Munchen, og sum fyrr í summar eisini var liðskipari á týska landsliðnum, ið vann HM, hevur í dag fingið ein heldur keðiligan skaða. Undir venjing breyt Philipp Lahm fótin, ið ger, at hann má binda frið frá fótbólti í umleið 3 mánaðir. Tað skrivar týska felagið, Bayern Munchen, á síni twitter konto í dag.
Bayern Munchen hevur frammanundan nógvar álvarsamar skaðar í hópinum. Profilar sum Thiago Alcantara, Javi Martinez og Bastian Schweinsteiger eru eisini allir langtíðarskaddir.