Sunnukvøldið lyfti týski liðskiparin, Phillip Lahm HM steypinum í Brasil. Í dag boðar Phillip Lahm frá, at hann gevst á landsliðnum og harvið hevur leikt sín seinasta landsdyst.
- - Eg boðaði venjaranum frá mánadagin, at eg steðgi á landsliðnum. Eg tók avgerðina longu seinasta kappingarár, so tað var deiligt at enda á landsliðnum við at vinna heimsmeistaraheitið.
Phillip Lahm leikti í sínari tíð 113 dystir á týska landsliðnum. Lahm vann bronsu til HM endaspælið í 2006 og 2010. EM silvur í 2008 og seinast HM gull í 2014.