Júst í ár eru liðin 100 ár síðani fyrstu stóru bilframsýningina í París, og júst framsýningin, sum verið hevur í hesum døgum, hevði nógv nýtt um framtíðar bilin at bera.
Nógv av hesum nýggja er spennandi á tann hátt, at víst verður eitt design, sum brádliga hevur vunnið hevd, við linjum, sum fyri ikki so langari tíð síðani hoyrdu framtíðar dreymum til og - sama er, tá tað snýr seg um elektrónisku finessurnar, sum bilarnir nú eru á tremur við.
MPV?ararnir, stórfamiljubilarnir, gerast alsamt fleiri, og her luttekur nú eisini Citroën við einum nýggjum sniði, sum hevur Citroën Xsara sum grundarlag.
Tað er designdeildin hjá Citroënverksmiðjuni, sum sjálv hevur staðið fyri tekningararbeiðinum av bilinum, sum hevur fingið navnið Picasso.
Xsara Picasso er 4,27m langur og kemur tí í sama bólk sum Xsara og Xantia. Breiddin er 175m og hæddin er 1,63 m.
Í Picasso er pláss til fimm persónar í einkultstólum, tveir framman og tríggir aftan. Motorstøddirnar verða 1.6, 90 hk, 1.8 16 V, 116 hk og ein 2.9 litur common rail dieselmotorur við 94 hk.
Eisini Nissan hevur okkurt spennandi á pallinum hesaferð. Tað er tann fyrsti Nissanbilurin, sum 100% er evropiskt designaður. Hann eitur Kyxx. Hann sær stórur út á myndunum, men er kortini í bólki við Micra, Punto og Polo.
Designútgávan, sum víst varð fram, er eitt boð upp á, hvussu bilurin fer at síggja út eftir ár 2000, og helst verður tað so.
Eisini Kyxx skal hava pláss til fimm persónar. Endamálið hjá designarunum var at broyta hugburðin um, hvussu nógv pláss er í einum bili í mun til uttaru støddina.