Tann ákærdi hevur áður sagt, at hann ikki hevði fulla atgongd til húsini, sum hann leigaði á Nesi. Eitt rúm var læst, og eigarin brúkti hjallin líka nógv sum hann.
Men hetta var ikki so, upplýsti húseigarin, sum vitnaði í rættinum í morgun.
Har var einki avlæst rúm, og hjallurin var opin. Ta einasta var, at hon, eigarin, hevði okkurt liggjandi á loftinum, men har var ikki læst.
Ákærdi flutti inn í húsini á Nesi seinast í august, og húsaleigan var ásett til 6.000 krónur um mánaðin við øllum. Eigarin fekk leiguna fyri september og oktober, men í november kom eingin peningur, og so varð maðurin tikin.