Pingel hevur brotið fótin

Tá ið hann í gjár javnaði til 1-1, var tað við brotnum fóti, er í fyrrapartin staðfest á Landssjúkrahúsinum

Fóturin er brotin. Tað vóru boðini, sum Sebastian Pingel fekk, tá ið hann fyrrapartin var á Landssjúkrahúsinum, har mynd varð tikin av fótinum.

At fóturin er brotin ber við sær, at Sebastian Pingel ikki verður á B36 liðnum næstu vikurnar. Tað er sera tætt millum dystirnar tað, ið er eftir av hesum mánaðinum. B36 skal mikukvøldið spæla landskappingardyst á útivølli ímóti NSÍ, sunnudagin á heimavølli ímóti AB í steypakappingini, annan sunnudag, flaggdagin, á heimavølli ímóti EB/Streymi og mikukvøldið 28. apríl á útivølli ímóti TB.

Tíðliga seinnapartin í gjár spældi B36 á Tórsvølli ímóti Víkingi. Úrslitið var 1-1. Víkingur legði seg á odda í seinna hálvleiki. Lítla løtu seinni varð Sebastian Pingel skaddur. Hann var kortini verandi á vøllinum, tí tað var ikki loyvt B36 at gera fleiri skiftingar. Sebastian Pingel var einsamallur, tá ið hann varð skaddur. Tað var í sambandi við, at hann knappliga snaraði sær á, at hann fekk øgiliga pínu í fótin.

Nú er staðfest, at Pingel síðstu løtuna spældi við brotnum fóti. Fimm minuttir undan leikloki hevði hann haltað seg inn í brotsteigin, og tá javnaði hann til 1-1 – við brotnum fóti.

Sebastian Pingel vísir altíð góðan hugburð og gongur undan sum sannur stríðsmaður. At hann skoraði við brotnum fóti var merkisvert, og tað var ikki minni merkisvert, at hann fór haltandi í meskarnar eftir bóltinum og harvið gav til kennar fyri liðfeløgunum, at nú ráddi um at skunda sær og skora sigursmálið. Tað eydnaðist ikki, og dysturin endaði 1-1.

Higartil í ár hevur tað gingið illa hjá B36 at skora mál. Samlaða máltalið er trý. Umframt Sebastian Pingel hava Bjarki C. Nielsen og Martin Agnarsson skorað hvør sítt mál.