Pingel: Vit reistu okkum aftaná slaka avrikið í Sørvági (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann stórsigur 5-0 á ÍF, og hoyr tvímálsskjúttan, Sebastian Pingel og ÍF-venjaran, Bartal Eliasen seta orð á dystin

##med2##

 

B36 hevur spælt heilar níggju javnleikir higartil í ár, ikki so fáar móti botn 5 liðum sum seinasta sunnudag tá liðið leikti 2-2 móti 07 Vestur í Sørvági.

 

Men í dag var eingin slingur í valsinum hjá hvíta liðnum í Gundadali, ið vann stórsigur 5-0 á ÍF.

 

B36 - ÍF 5-0 (2-0)

Sebastian Pingel 1-0 (5.)

Hannes Agnarsson 2-0 (37.)

 

Bjarki Nielsen 3-0 (49.)

Sebastian Pingel 4-0 (90. +)

Martin Agnarsson 5-0 (90. +)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum hjá B36.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við tvímálsskjúttan hjá B36, Sebastian Pingel.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ÍF-venjaran, Bartal Eliasen. 

 

Sebastian Pingel fegnast um, at hann og liðfelagarnir megnaðu at svara aftur aftaná heldur slakara avrikið í Sørvági í undanfarna umfarið.

 

- Vit hava framvegis møguleika at bjarga okkum plássið í bestu deildini, og vit arbeiða fyri, at tann møguleikin skal gerast til veruleika. Tað verður nógv tosað um, at vit ikki hava Uros Stojanov á okkara liði. Hann hevði verið góður at havt, men tað nyttar ikki at hava fokus á tí. Vit arbeiða við at finna aðrar loysnir, og tað hevur avgerandi týdning, at vit sjálvir rokna við møguleikanum, at tað skal bera til, sigur Bartal Eliasen.